Hans Eli Sigurbjørnsson verður her steðgaður av Peter Krogh í dysti fyrr í ár. Hans Eli var tó trupul at steðga hjá Kyndli í kvøld. Hann skeyt átta mál, og endar sum nr.2 á toppskjúttaralistanum við 178 málum.


(My

KÍF endaði við sigri

Agnar Frederiksen

10.04.2018 - 22:01

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kyndil tók í kvøld ímóti KÍF í Hølllini á Hálsi. Talan var um fyrsta dystin í 24.umfarið í FTZ-deildini, og um seinasta dystin hjá báðum liðunum í hesum kappingarárinum.

Tað komu ikki so nógv mál í dystinum í kvøld, og tað leikaði javnt á allan vegin. Tað var sjálvdan at Kyndil hevði leiðsluna, og tað endaði eisini við, at KÍF vann 21-20. Tað var eisini eitt mál á muni í hálvleikinum.

Við sigrinum lyfta kollfirðingar seg av aftasta plássinum. KÍF og Team Klaksvík hava bæði 14 stig, men kollfirðingar hava betri málúrtøku. So um klaksvíkingar vilja sleppa undan at enda aftast í deildini, so skulu teir hava stig ímóti VÍF leygardagin.

Samstundis er greitt, at VÍF vinnur bronsuna, tí Kyndil kann nú ikki náa 3.plássið. Steypavinnararnir úr Havn enda nummar fýra í FTZ-deildini.

Kyndil - KÍF 20-21(9-10) 

Toppskjúttar:
Bartal K.Olsen 5 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 8 mál

Alt er avgreitt í deildini uttan spurningurin um 6. og 7.pláss. Tveir dystir verða leiktir, og meðan neistamenn hava frí og fyrireika seg til finaluna, so skulu hoyvíkingar spæla seinasta dystin undan finalunum leygardagin.

24.umfar - leygardagin 14/4:

H71 - StÍF
Team Klaksvík - VÍF