Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

KÍF vann á H71 - Neistin økir um frástøðuna í oddinum

Agnar Frederiksen

29.11.2017 - 22:11

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tríggir dystir vóru spældir í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.

Á Skála tók StÍF móti Team Klaksvík. Og tað koyrir bara betri hjá klaksvíkingum í ár enn undanfarin ár, og í dag kom annar sigurin á rað. Hóast StÍF var við nærum allan vegin, so vann Team Klaksvík 28-23, og hálar seg upp á triðja pláss við 12 stigum. StÍF liggur framvegis á sætta plássi við 6 stigum.

KÍF vann á H71 í tøttum dysti í Kollafirði. Botnliðið sendi greipuvinnararnir heim við 26-25 tapið. Støðan var 13-10 til heimaliðið í steðginum. Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum komu hoyvíkingar upp á javnt, men KÍF fekk avgjørt dystin til endans við úrslitinum 26-25.

Í Vestmanna var málríkt, tá oddaliðið Neistin var á vitjan. Neistin var á odda 18-16 í hálvleikinum, og útiliðið dróg longu frá tiðliga í øðrum hálvleiki, og koyrdi sigurin trygt heim.

Neistin vann 36-28, og heldur sostatt fram við góðu gongdini.

Við úrslitinum í kvøld leggur Neistin sjógv ímillum seg og H71. Neistin er nú á odda við 19 stigum. H71 liggur á øðrum plássi við 15 stigum og Team Klaksvík hevur 12 stig.

Úrslitini í kvøld

StÍF - Team Klaksvík (23-28)
Jóannes A. Prestá 6 mál (StÍF), Sámal á Tjaldrarfløtti Olsen 10 mál (Team Klaksvík)

KÍF - H71 (26-25)
Hans Eli Sigurbjørnsson 8 (KÍF), Hilmar Leon Jacobsen 7 (H71)

VÍF - Neistin (28-36)
Filip Jojic 8 (VÍF), Rasmus Søby 7 (Neistin)


Støðan eftir dystirnar í kvøld
1. Neistin (19 stig)
2. H71 (15 stig)
3. Team Klaksvík (12 stig)
4. VÍF (10 stig)
5. Kyndil (9 stig)
6. StÍF (6 stig)
7. KÍF (5 stig)