Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði heili 14 mál í Klaksvík í kvøld, tá kollfirðingar vunnu við sjey málum (Mynd: jn.fo)

KÍF vann greitt í Klaksvík

Agnar Frederiksen

04.04.2018 - 21:25

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Ein dystur varð leiktur í FTZ-deildini í kvøld. Tað var Team Klaksvík, ið tók ímóti KÍF. Kollfirðingar hava havt eitt trupult kappingarár, og høvdu bert 9 stig undan dystinum. Men í kvøld vann KÍF 33-24, og hevur framvegis møguleikan at koma av aftasta plássinum.

Tað leikaði sera javnt á fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. men so kom útiliðið veurliga í gongd, og tá farið var til hálvleiks hevði KÍF eina fimm-máls leiðslu. Team Klaksvík fekk ongantíð veruliga spenning aftur í dystin, og klaksvíkingar eru av álvara steðgaðir upp. Trý stig skilja nú liðini á stigatalvuni.

Dysturin var merktur av, at tveir landsliðsleikarar, ein á hvørjum liðið, veruliga vóru í hopla. Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt nærum helmingin av málinum hjá KÍF, og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen gjørdi tað sama fyri Team Klaksvík. 

22.umfar:

Team Klaksvík - KÍF 24-33(12-17)

Toppskjúttar:  Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 11 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 14 mál