Kilenskur AFS-ari skal selja Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sveinur Tróndarson

13.08.2013 - 18:30

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Tað var tilvildin, sum í 2009 sendi Javier Soto alla ta longu leið úr Kili til Føroya, eitt land sum hann ikki visti var til, tá hann søkti um at sleppa út í heim sum skiftisnæmingur. Fýra ár seinni hevur hann lagt hotelútbúgvingina á hillina fyri at gerast sølumaður fyri eina føroyska fyritøku – lokalur sølumaður í Kili.

- Mítt fremsta ynski var at sleppa til Ný Sælands. Kanada var næst á listanum og Danmark nummar trý. Ný Sæland slapp eg ikki til, tí eg eri ovurviðkvæmur, og markið til Kanada var stongt, so har slapp eg heldur ikki. So var bara Danmark eftir, men har vóru ongar familjur tøkar, og tí stóð tað til, at eg mátti útseta tað eitt ár, tá tey spurdu, um eg var sinnaður at fara til Føroyar, greiðir Javier Soto frá.

Sjálvt um hann ongantíð áður hevði hoyrt um landið, so valdi hann at taka av, og tað hevur hann ikki angrað.

- Eg hevði eitt framúr gott ár í Føroyum, sum er blivið mítt næsta heimland. Eg gekk í skúla í Kambsdali og treivst øgiliga væl her, sigur Javier Soto.

Tá hann hevði verið í Føroyum í eitt ár, fór hann heimaftur til Kili, og í fyrsta umfari var einki sum bendi á, at hann skuldi hava nakað við Føroyar at gera aftur. Ið hvussu er ikki í arbeiðshøpi. Hann valdi at fara undir eina gistingarhúsútbúgving, sum tekur fýra ár, men tá hann var komin hálva leið, fekk hann eitt tilboð úr Føroyum, sum hann ikki kundi siga nei til úr.

KJ hevði brúk fyri einum tulki á messu í Puerto Montt, og tey vistu um unga kilenan, sum dugdi føroyskt, tá hann fór úr Føroyum aftur í 2010. Og samstarvið á messuni gekk so væl, at Ólavur Asafsson Olsen valdi at tosa við nevndina og samstarvsfelagan MPI í Noregi um at seta Javier Soto í starv í Kili.

- Eg bleiv spurdur, um eg hevði hug at taka við starvinum og, um eg hevði hug at koma hendavegin áðrenn eg tók við, og eg svaraði nokk ja, áðrenn spurningurin var liðugur. Tí tað vildi eg øgiliga fegin, sigur hann og flennur í telefonini.

Um nakrar dagar fer hann aftur til Kili, har hann steðgar heima í eina viku ella so, áðrenn hann fer til Puerto Montt at rigga til. Hann skal finna sær sjálvum eina íbúð og so skal hann seta upp eina skrivstovu í býnum. Fyri hann er tað ein framúr góður møguleiki, sigur hann.

- Hetta er stórt fyri meg. Eitt er, at eg skal arbeiða fyri eitt føroyskt felag, og tað er skemtiligt, tá hugsað verður um, at eg fyri fáum árum síðan ikki hevði ánilsi av, at Føroyar vóru til. Men eisini tað at arbeiða fyri eitt útlendskt felag í Kili hevur nógv at siga, sigur Javier Soto.