Mynd: EPA

Kim Jong-un og Donald Trump lendir í Singapore

Alda Nielsdóttir

10.06.2018 - 19:42

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Sambært BBC eru bæði Kim Jong-un og Donald Trump lendir í Singapore, har søguligi fundurin hjá teimum skal haldast týsdagin.

Tað hevur verið óvist, um fundurin fór at blíva til nakað, eftir Trump avlýsti fyri fáum vikum síðani, men Trump broytti síðani meining, og ein norðurkoreanskur herleiðari handaði honum eitt persónligt bræv frá Kim Jong-un.

Á tíðindafundi í farnu viku segði Trump, at hann ætlaði at bjóða Kim Jong-un til USA, um fundurin gongur væl.

Fundurin verður hildin 12. juni á frítíðaroynni Sentosa, og hetta verður fyrstu ferð, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein amerikanskan forseta.