(Mynd: Scanpix)

Kim Larsen innlagdur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.12.2017 - 16:24

Mentan > Mentan > Tónleikur

Fólkakæri danski sangarin, Kim Larsen, er í dag fluttur á sjúkrahús.

72 ára gamli sangarin hevur fingið nýtt medisin, men hetta hevur givið honum trupulleikar. Tí varð hann í dag fluttur á Odense Universitetshospital.

Væntandi er einki hættisligt við støðuni. Kim Larsen skal spæla konsert í Amager Bio tann 11. Januar, og enn er einki sum týðir á, at heilsan hjá Kim fer at forða fyri hesum. Sangarin skal spæla 21 konsertir í januar og februar og allar konsertirnar eru útseldar.