Kim-morðið: Enn ein kvinna handtikin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 07:04

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Enn ein kvinna er nú handtikin í nógv umrødda drápsmálinum tá hálvbeiggi norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, varð dripin. Tað upplýsti løgreglan í Malaisia í nátt, okkara tíð.

Hálvbeiggin, 45 ára gamli Kim Jong-nam, var á veg til Macau, tá hann stillisliga varð álopin av tveimum kvinnum í altjóða floghavnini í malaisiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur.

Av fyrstan tíð varð sagt, at kvinnurnar høvdu stungið Kim Jong-nam við eiturnálum. Men nú ljóðar, at kvinnurnar pístraðu skjóttvirkandi eitur á hann, ella hildu ein eiturklút fyri andlitið á honum, meðan hann bíðaði eftir at sleppa við einum flogfari mánadagin.

Kim Jong-nam vendi sær til starvsfólk orsaka av svárari pínu. Tey góvu honum heilivágsviðgerð í floghavnini, ein sjúkrabilur varð tilkallaður, men hann doyði á veg til sjúkrahúsið.

Áðrenn hann doyði náddi Kim Jong-nam at upplýsa, at hann hevði kenslu av, at onkur hevði lagt eftir honum aftanífrá, skrivar Ritzau.

- Vit vita ikki, um talan er um ein klút ella nálir. Hann kendi seg í ørviti, segði ein talsmaður fyri løgregluna týsdagin.

Bæði suðurkoreanskar og amerikanskar keldur halda, at umrøddu kvinnurnar eru ”agentar”, sum framdu drápið vegna Norðurkorea.

Fyrr hevur ein hýruvognsvørari verið handtikin í sambandi við málið. Eisini er ein kvinna við vjetnamesiskum passi handtikin í floghavnini í Kuala Lumpur.

Malaisia er millum fáu londini, sum hava nøkulunda vinarlig viðurskifti við Norðurkorea.

Borgarar úr báðum londum kunnu ferðast ímillum uttan innferðarloyvi - visum - og tað ger tað trupult at finna fram til persónarnir, sum framdu drápið.

Hóast mótmæli frá stýrinum í Norðurkorea, hava myndugleikarnir í Malaisia ætlanir um at fremja líkskurð av Kim Jong-nam.

Kim Jong-nam stóð til at taka við eftir pápa sín, Kim Jong-il, men tann ætlanin varð slept, og hann hevur í fleiri ár búð í útlegd uttanlands.

Les eisini: Kvinna handtikin fyri Kim-morðið