Xi Jinping, forseti í Kina. Mynd: EPA

Kina leggur seg upp í orrustuna millum USA og Norðurkorea



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

12.08.2017 - 17:27

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Kina hevur nú lagt seg upp í orrustuna millum Donald Trump, forseta, og stýrið hjá Kim Jong-un í Norðurkorea.

Xi Jinping, forseti í Kina, hevur sambært BBC greitt kinesiskum miðlum frá, at Trump og Norðurkorea verða noyddur at vanda sær um málið fyri ikki at gera støðuna millum londini verri.

USA og Norðurkorea hava seinastu vikuna verið rætiliga hørðum orðadrátti, og Norðurkorea hótti við at fremja rakettálop á Guam, ið er undir amerikanskum valdi.

Kina, ið er einasti stóri sameindi hjá Norðurkorea, heldur tó lítið um orðaskiftið, og heitir á londini bæði um ikki at brúka óneyðuga harðan málburð.

Boðini úr Hvítu Húsunum høvdu annars verið, at USA og Kina vóru á einum máli um, at Norðurkorea skuldi halda uppat við provokerandi atburði.

Seinastu boðini úr Norðurkorea vóru, at Trump stjórnin skuldi uppføra seg ordiligt, um ikki stjórnin ynskti, at USA skuldi fáa eina tragiska lagnu.