Kinna Poulsen: Tom várframsýning við áhugaverdum verkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

07.04.2018 - 16:14

Mentan > List > Myndlist

Árliga Várframsýningin opnaði í gjár í Listasavni Føroya. Várframsýningin 2018 er nr. 29 í røðini, og tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini.

Framsýningin er tøkniliga fjøltáttað í ár, við alt frá installatión, grafikki, videolist, foto, kollagu, málarí o.ø.

Framsýningin er sensurerað - 52 sendu verk inn, men bert 14 av hesum luttaka, og tað heldur Kinna Poulsen, listaummælari, verða eitt gott átak, skrivar hon á heimasíðuni listaportal.com.

Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningar-pallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá.

Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningini 2018 eru Annika Gregoriussen, Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen, og luttakandi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jonhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Hóast tað, at nógv av nøvnunum eru lutfalsliga ókend, so er samlaða listarliga úttrykkið á framsýningini merkiliga gamalkent. Støðið sum heild ger ongum fortreð. Nógv verk eru rímiliga góð, nógv av hesum er grafikkur og blandað tøkni, ið ber brá av góðum estetiskum smakki og tilfarsligum ansi og hesi innan listina ungu ella nýggju fólkini eru so mikið dugnalig, at tey kundu uppiborið eitt pláss á Ólavsøkuframsýningini. Tað er heilt einfalt ov nógv við tveimum amatørframsýningum í Listasavninum um árið, sigur Kinna Poulsen á heimasíðuni.

Várframsýningin 2018 er nr. 29 í røðini, og tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini. Framsýningin verður opin fram til 29. apríl.

Les fulla ummælið hjá Kinnu Poulsen her