Mynd: Berin. Starvsfólkini í gamla Eik Banka hava latið stuðulsgávu til Beran, ið fer arbeiðið við bólkum fyri børn/ung hjá álvarsliga sjúkum foreldrum.

Kiran: Vit vilja hjálpa børnum og ungum við sjúkum foreldrum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Samró

10.08.2017 - 13:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Familjupolitikkur

Seinastu árini hevur felagsskapurin Berin, ið veitur hjálp til børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin, verið sera virkin. Nú er Berin komin við nýggjum tilboði, ið er ætlaður børnum og ungum, ið hava systkin ella foreldur við álvarsomum kropsligum sjúkum. 

- Tað eru fleiri ung, ið hava álvarsom sjúk foreldur, og hetta ávirkar sanniliga gerandisdagin, sigur Kiran Jóanesarson, sum er stigtakari til samstarvi við Beran, um at skipa fyri einum tilboði til børn og ung við álvarsligum kropsligum sjúkum foreldrum ella systkjum. 

- Tað er sera ymiskt, hvussu hvør einstakur limur í familjuni reagerar, men eg kann uttan iva siga, at tað tyngir allar familjuna. Eg misti fyri hálvum ári síðan mammu, sum hevði verið sera sjúk seinastu árini. Hesa tíðina fingu eg og systi ikki professionella hjálp. Familjan og vinfólkini stuðlaðu okkum væl, sum vit eisini eru ómetaliga takksom fyri, men viðhvørt hjálpir tað at tosa við ein sálarfrøðing. Tað er hinvegin nokkso kostnaðarmikið, sigur Kiran Jóanesarson, stigtakari. 

Í januar setti Kiran Jóanesarson seg í samband við Beran. Hann spurdi, um Berin hevði hug at skipað fyri bólkatilboði til ung og børn við sjúkum foreldrum. Endamálið við bólkinum var, at veita tilboð til ung, ið vóru í somu støðu sum hann. 

- Eg fekk svar frá Oddvør Poulsen, leiðara í Beranum, beinanvegin. Tað vildu tey fegin. Nú er bólkatilboðið skjótt klárt. Eftir ætlan verður fyrsti bólkurin í august/september. Marjun Tróndarsson, sálarfrøðingur, og Kiran Jóanesarson, ið veit, hvussu tað er at liva við einum álvarsomum sjúkum foreldri, vera bólkaleiðarar. 

- Fleiri halda ivaleyst at tað er pínligt at tosa við onnur um sínar upplivingar, tí eingin skilur tey alíkavæl, men her skal eg strika undir, at hetta er ein vanlig reaktión. Øll, sum hava mist ella liva við álvarsama sjúkum foreldrum, hava tað á sama hátt, sigur Kiran Jóanesarson at enda. 

Tað ber til at tekna seg til bólkin við at seta seg í samband við Beran.