Kirkjubio við Luther-filmi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.03.2017 - 16:19

Mentan > Trúarlív

Í sambandi við Lutherárið í ár verður kirkjubio í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld.

Byrjað verður við, at Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, sigur nøkur orð um Luther og filmin hetta kvøldið. Síðan verður filmurin “Luther” frá 2003 sýndur.

Filmurin snýr seg um munkin Martin Luther. Honum hóvar ikki altíð treytirnar, ið munkar vóru settir at liva undir í 16. øld. Eitt nú, at kirkjan heldur sær Guð sum ein, ið tú skal ræðast, heldur Guð, sum elskar. Hann fer til Rom, og sær m.a. hvussu kirkjan tekur pening fyri syndanna fyrigeving. Hann er ikki samdur við, at Bíblian skal verða lisin á latíni. Luther heldur, at øll eiga rættin at lesa í Bíbliuni, og gevur seinni Bíbliuna út á týskum.

Harvið setur hann lívið í vanda. Men hann sær eisini nýggjar møguleikar í lívinum. Eitt nú verður munkurin Martin Luther giftur. Hetta var byrjanin til reformatiónina ella siðaskiftið.