Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Eydbii myndir/KÍ)

KÍ-venjarin: Teir eru favorittar

Ari av Rana

12.06.2018 - 17:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Hetta var ok. Teir virka sterkir við fleiri útlendskum leikarum. Men vit hava ein kjans.

Soleiðis sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, um Europa League lutakastið, har KÍ trekti Birkirkara FC úr Malta.

Mikkjal sigur, at hóast fyrireikingarnar til dystin byrja so spakuliga, so eru enn tveir dystir eftir í Betri-deildini áðrenn summarsteðgin. Tá hesir eru spældir fara teir veruliga í gongd við fyrireikingunum til Europa League avbjóðingina.

Mikkjal Thomassen hyggur aftur at gomul úrslit hjá føroyskum liðum og trýr, at hóast mótstøðan eru favorittar, so hava føroyingar víst, at teir standa seg væl móti liðum úr Malta.

- Eg var við til at vinna 2-1 á Malta við landsliðinum í 1998, og 0-3 á útivølli móti Birkirkara við B36 í 2006. Hesir dystirnir gera at eg kenni Malta og veit, at vit hava ein kjans.

Fyrri dysturin millum KÍ og Birkirkara verður spældur 28. juni í Malta.