Kjak: Eigur Sjúrður at biðja Búa um umbering?



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 08:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Búi Tyril førdi fram í lesarabrævi í gjár, sum er eitt aftursvar til atfinningina hjá Sjúrða Skaale í sambandi við tann dulnevnda faldaran fyri páskir, at...

- Sjúrður Skaale leggur í sínum skrivi meg undir at hava staðið aftan fyri aðrar dulnevndar faldarar ella skriv sum eru komin út í sambandi við býráðsval o.a., har hann og onnur navngivin hava verið fyri álopum.

Hesum vildi Búi ikki finna seg í:

- Eg vil staðiliga vísa aftur at eg havi havt nakað yvirhøvur at gera við tílík skriv og faldarar, hvørki tekniskt, innihaldsliga ella á annan hátt. Tí vil eg eisini krevja at Sjúrður Skaale kemur við almennari umbering hesum viðvíkjandi.

Men Sjúrður Skaale vísir nú í nýggjum lesarabrævi aftur, at hann skal hava lagt Búa Tyril undir at hava staðið aftan fyri aðrar dulnevndar faldarar ella skriv, sum eru komin út í sambandi við býráðsval o.a., har hann og onnur navngivin hava verið fyri álopum.

- Sum grundgeving sigur hann, at eg havi lagt hann undir at hava staðið fyri øðrum slíkum svansi fyrr. Tað passar ikki. Eg nevndi nøkur líknandi átøk, men segði ikki Búa hava staðið fyri teimum.

Men hvør sigur nú satt av teimum báðum? Er kravið hjá Búa, um at Sjúrður skal siga orsaka, rímiligt?

Her er tað, sum Sjúrður Skaale upprunaliga segði hesum evni viðvíkjandi í lesarabrævinum ”Ræðuskíturin steinar aftur”:

1) ”Beint fyri býráðsvalið fingu allir havnaborgarar borið eitt blað, sum var eitt langt álop á Heðin Mortensen.

Eingin visti hvør hevði gjørt tað - hóast politiski observansurin ikki var at fara skeivur av. Hann var tann sami sum hjá teimum, ið nøkur ár frammanundan høvdu sent út eitt yvirlit yvir, hvussu kristiligir - ella ókristiligir - føroyski flokkarnir vóru.

Og í morgun hendi tað aftur.

Úr sínum skýmaskoti steinaði onkur eftir ávísum flokkum, ávísum persónum og KVF.”

Búi Tyril verður á fyrsta sinni nevndur í lesarabrævinum hjá Sjúrða Skaale seks reglubrot seinri:

2) ”Búi Tyril

Seinast hesir persónar vóru upp á spæl, fingu vit at vita, at Estra hevði prentað ta dulnevndu lortaspannina, sum Posta síðani bar út, og soleiðis stoytti í høvdið á Heðini Mortensen.

Men Estra vildi ikki siga hvør hevði bílagt uppgávuna - og tað vildi Posta heldur ikki. Tað hevði við sær nógvar atfinningar móti almenna partafelagnum - og nú er politikkurin tíbetur broyttur.

Eg ringdi nevniliga til Posta í morgun og fekk at vita, at felagið "Bravogolf" hevði bílagt útberingina.

Felagið hevur eina teldupostadressa: "sixidron@nordixis.com". Og telefonnummarið er 449627. Tá tú ringir til tað, svarar ein ensk rødd. Men tá tú biðjur um at tosa við stjóran, fært tú ein føroying í hornið - Búa Tyril.”

Longur niðri í tekstinum skrivar Sjúrður sumt, sum av summum (ella nógvum?) kann útleggjast, sum at hann leggur Búa Tyril undir at hava skrivað faldaran sjálvur – men merkir tað, at Sjúrður Skaale við hesum veruliga leggur Búa Tyril undir at hava skrivað hendan faldaran eins væl og aðrar faldarar (millum annað tann um Heðin Mortensen undan kommunuvalinum í november í fjør) sjálvur?:

3) ”Hann segði seg ikki hava skrivað faldaran sjálvur. Hann hevði bara greitt hann til prentingar, og sent hann til útbering hjá Posta, segði hann...

...Eg greiddi honum so frá, at tann, sum hevur skrivað faldaran (um tað altso ikki er Búi sjálvur), ikki hevur mansmót til at standa við síni orð. Tað er orsøkin til, at hann hann hevur nýtt Búa sum millummann...

...Eg veit ikki um eg trúgvi Búa tá hann sigur, at hann ikki hevur skrivað faldaran sjálvur. Men tað er líka mikið...

...Siga vit, at hann ikki hevur skrivað faldaran, er fortreytin fyri øllum svínarínum kortini Búi Tyril. Tað er hann sum forvinnur pengar uppá dirvisloysi hjá øðrum. Ábyrgdin er hansara. 100%. Og hvussu er inntil hann sigur, hvør hevur rindað honum fyri uppgávuna.”