Kjak: Er Galaxy tann versta avloysara-upplivingin hjá suðuroyingum

Jens Hákun Leo

12.05.2017 - 19:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Nú Galaxy hevur siglt ímillum Tvøroyri og Tórshavn síðan tann 22. apríl, eru tey helst fleiri, sum eru samd um, at tað hevur hilnast heldur misjavnt við siglingini hjá griksku ferjuni.

Galaxy hevur hesar undanfarnu dagarnar avlýst fleiri túrar og mátti tann eina túrin mikudagin í hesari vikuni venda við aftur inn á Tvøroyri vegna ringt veður.

Harumframt eru tey helst ikki so fá, ið ilskast inná, at Galaxy nýtir so langa tíð, sum hon ger, at leggja at - á leið ein hálvan tíma ella so.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Smyril er farin í dokk, og at eitt annað skip hevur røkt Suðuroyarsiglingina, meðan Smyril hevur verið burtur.

Og meðan Galaxy helst man teljast ímillum tær verstu avloysaraupplivingarnar hjá suðuroyingum í nýggjari tíðum, man tann seinasta avloysaraupplivingin hjá suðuroyingum – Norrøna í januar 2014 – harafturímóti helst teljast ímillum tær bestu, teir hava havt í nýggjari tíðum.

Avloysaraskip hjá Smyrli V og IV hesi seinastu 20 árini:

- Galaxy 2017
- Norrøna 2014
- Norrøna 2013
- Regina Baltica 2010
- St. Ola 2007
- St. Ola 2003
- Scania 2002
- Scania 2001
- Claymore 2000
- Gamla Norrøna 1998

Kelda: faergelejet.dk