(Savnsmynd: EPA)

Kjarnorkuálop kann vera avleiðingin

Sverri Egholm

23.04.2017 - 14:08

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norður-Korea ávarar nú Australia um eitt møguligt kjarnorkuálop um australska stjórin heldur áfram at stuðla USA.

Tað er norðurkoreanska tíðindastovna, KCNA, sum endurgevur ein talsmann fyri uttanríkismálaráðið í Norður-Korea.

Ávaringin kemur eftir øllum at døma eftir at Julie Bishop, australskur uttanríkismálaráðharri, skal hava sagt, at Australia fer at seta enn fleiri revsitiltøk í verk móti Norður-Korea.

- Um Australia heldur áfram við at avbyrgja og halda niðri Norður-Korea og heldur fram at vera brigada hjá amerikanarunum, er hetta eitt sjálvmorð tá tað kemur til útlitini fyri einum norðurkoreanskum kjarnorkuálopi, sigur talsmaðurin sambært KCNA.

Hendan ávaringin frá Norður-Korea kemur dagin eftir, at amerikanski varðaforsetin, Mike Pence, var á sínari fyrstu almennari vitjan í Australia.