Sverri Egholm, Óli Samró og Kiran Jóanesarson. Mynd: Ingi Samuelsen

Kjarnutoymið handan fiskur.fo



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.11.2014 - 18:49

>

Kjarnan í toyminum handan fiskur.fo er Óli Samró, Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm.

Óli hevur arbeitt við fiskivinnu um allan heim í skjótt 24 ár.

Hinir eru Kiran og Sverri og hóast teir einans eru fyrst í 20’unum, so hava teir drúgvar royndir í at kunna um skip og fiskivinnu.

Longu sum 13 og 16 ára gamlir stovnaðu teir heimasíðuna skipini.fo. Teir hava báðir serligan áhuga fyri skipum og alt, sum hevur við fiskivinnu at gera. Umframt kjarnutoymið koma onnur á Portalinum og uttanfyri eisini at lata tilfar.

Fiskur.fo er ein vitanarmiðil við tíðindum, sjónbrotum, talgildum kortum, hagtølum, greiningum og databasum. Eisini er pallur til meiningar og kronikkir.

Les eisini: Ein nýggjur miðil um skip og fiskivinnu