Kjartan Hoydal farin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.05.2016 - 14:42

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Føroyar hava mist ein av sínum mest vitandi persónum innan fiskivinnu og umsiting. Kjartan Hoydal andaðist í gjár, 74 ára gamal, eftir svára sjúkralegu.

Kjartan er millum slóðbrótararnar, tá tað um føroyska fiskivinnugransking og fiskivinnuumsiting umræður. Hann var útbúgvin fiskifrøðingur í Keypmannahavn í sekstiárunum, og arbeiddi øll sjeytiárini á Fiskirannsóknarstovuni.

Síðan fór hann meira inn í umsitingarligt arbeiði, sum skrivstovustjóri á løgmansskrivstovuni og innan fiskivinnuumsitingina. Hann hevur eisini drúgvar royndur sum granskari og embætismaður innan altjóða umsitingarligar stovnar, so sum Nafo, NEAFC, Nammco og Ices. Í sjeytiárunum var hann skrivstovuleiðari hjá NEAFC, sum hevur høvuðsskrivstovu í London.

Kjartan Hoydal er eitt av børnunum hjá gitna skaldinum og politikaranum Karsten Hoydal. Kjartan og rithøvundurin og arkitekturin Gunnar vóru tvíburðar.

Kjartan Hoydal er pápi núverandi fiskimálaráðharran, Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Hini børnini hjá Kjartan Hoydal eru Annika, Katrin og Marita frá fyrru giftu við Gunvør og Tóra frá seinni giftu við Ingun í Skrivarastovu.

Eftir at Kjartan Hoydal og Ingun fluttu heim úr London, og eftir at hann gjørdist pensjónistur, hevur Kjartan – umframt ráðgevandi virksemi innan fiskivinnuna – arbeitt við filmsverkætlanum í felagnum spf. Skrivarastova.

Sjálvur var Kjartan Hoydal ongantíð aktivur í etableraðum føroyskum flokspolitikki. Men hann duldi aldri fyri, at hann var kommunistur. Hetta kom hann millum annað inn á, tá hann fyri góðum ári síðan var vangamynd í Degi&Viku. Tá greiddi hann eisini frá um krabbasjúkuna, sum hann var raktur av.

Tann sendingin kann síggjast her