(Mynd: Jens Kr. Vang)

Kjartan um A-landsliðið: Harðari kapping um plássini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

02.01.2018 - 19:03

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í fjør var hann ein av stuðulsspælarunum á U21-landsliðnum, sum spældi HM-endaspælið í Algeria. Nú hevur hann tikið fetið upp í hópin hjá A-landsliðnum.

– Tað er munur á. Kappingin um plássini er nógv harðari, og støðið á venjingunum er munandi hægri, sigur Kjartan Johansen.

Strandingurin stóð seg væl undir HM í fjør. Hann fekk fleiri tilboð frá feløgum uttanlands. Hann valdi Norra og Fyllingen, sum spælur í næstbestu deildini. Og hesar seks mánaðirnar hevur hann ment seg sum hondbóltsspælara.

– Tað tykist sum, at eg verði betri fyri hvønn dag, bæði fysiskt og á vøllinum sum heild, sigur hann.

Sunnudagin fara Kjartan og hinir í landsliðshópinum av landinum. Teir skulu spæla tríggjar HM-undankappingardystir. Mótstøðuliðini verða Italia, Rumenia og Ukraina. Tað verða nakrir truplir dystir, men Føroyar kunnu meira enn so standa seg.

– Vit skulu spæla upp til okkara besta fyri at fáa eitt gott úrslit. Eingin roknar við okkum, men ta støðuna eru vit vanir við. Framtíðin er bjørt, her eru fleiri ungir spælarar, og vit verða bara betri við tíðini, sigur Kjartan Johansen.

Hsf.fo