Nólsoyar Páll: Bóndagarðurin verður liðugur í 2016



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

02.05.2014 - 22:14

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Í oktober mánaði 2016 skal tann nýggi og endurbygdi bóndagarðurin hjá Nólsoyar Pálli standa liðugur á Biskupsstøð í Klaksvík.

Tað ætla í øllum førum teir fýra, ið hava tikið stig til Áhugabólkin Nólsoyar Páll, hvørs endamál júst er at endurbyggja garðin hjá hesum megnarmanni. Hetta verður gjørt bert eitt steinkast frá staðnum, har hann upprunaliga stóð.

Teir hava fingið til vega tekningar, lutir og annað tilfar, ið gevur ta bestu myndina av, hvussu hesin garðurin tók seg út fyri 200 árum síðani.

Nú er so ætlanin at endurbyggja hann so trúverdugt sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at hann kann nýtast sum eitt satt Nólsoyar Páll-savn og til onnur endamál í framtíðini.

Plaseringin av bóndagarðinum, har hann áður stóð var góð, men ikki ber til at byggja hann júst har. Tí verður hann bygdur longur oman móti sjóvarmálanum, har ein samstundis fær tað besta útsýnið yvir Biskupsstøð, víkina og sandin.



3,1 MIÓ KRÓNUR
Á kunnandi fundi í Klaksvík í gjárkvøldið varð greitt frá, hvussu langt ein er komin við hesi ætlanini, sum skal standa liðug um hálvttriðja ár.

Í roynd og veru er ætlanin at bóndagarðurin við teimum fýra lonunum, skal takast í nýtslu 11. oktober 2016, sum er 250 ára dagurin fyri føðing – ella dóp – Nólsoyar Pálls.

Arbeitt hevur verið við ætlanini í eina tíð, og á fundinum vórðu bæði tekningar, kostnaðarmeting og annað áhugavert tilfar í hesum máli lagt fram.

Fundarluttakararnir, sum mundu vera einir 200 í tali, fingu eisini eina áhugaverda frágreiðing um lívið hjá Nólsoyar Pálli. Greitt varð frá, hvussu framskygdur hann var og hvussu nógv hann avrikaði eftir stuttari tíð.

- Vit skylda hesum megnarmanni at reisa honum henda minnisvarðan, siga teir fýra stigtakararnir – Líggjas í Bø, Finn Kjølbro, Anfinn Kallsberg og Achibald Black, sum eru farnir í samstarv við arkitektin Albert Isfeldt um málið.

Uppgáva teirra nú verður at fáa fíggingina til vega. Tað verður neyvan nakar trupulleiki, tí so stórur áhugi tykist vera fyri ætlanini.



Og tá prísurin fyri verkætlanina einans er 3,1 milliónir krónur, er hetta avgjørt ein upphædd ið kann røkkast.



Myndirnar frá kunnandi fundinum hevur Dávur Winther, Klaksvík, tikið.