(Tilvildarlig mynd)

Klaksvík: Eldraøkið til viðgerðar

Tíðindaskriv

26.09.2014 - 21:32

Tíðindi > Eldraøkið

Týskvøldið verður fundur í Ósáskúlanum í Klaksvík um framtíðar eldraøkið. Felagsskapurin Tign skipar fyri.

Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast.

Hetta verður evnið á almennum fundi, sum TIGN skipar fyri í Ósáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið, har fleiri áhugaverdar framløgur vera at hoyra.

Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði, fer at leggja fram nøkur úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum:
• hvat hevur týdning í einum gerandislívi
• hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.

Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at hava felags framløgu:
• hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað verður yvirtikið
• hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at tosa um framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum:
• stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni
• neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið
• broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu

Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum
• týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek