Jógvan Skorheim. Mynd: Klaksvíkar kommuna

Klaksvík skal hava rennibreyt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

16.10.2015 - 11:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Klaksvíkar kommuna skal nú til at ognartaka eitt øki, ið skal nýtast til rennibreyt og eyka fótbóltsvøll.

-Ætlanin við hesum økinum er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvallir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Økið, ið liggur millum Tekniska skúla og KFUM, má ognartakast nú, soleiðis at tryggjast kann, at tíðarætlanin verður hildin. Ætlanin er, at rennibreytin og fótbóltsvøllurin skulu standa klár í 2019.

-Hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Treysti og frælsa ítrottin yvirhøvur, umframt KÍ, sum er størsta ítrottarfelag í bynum. Tí fer hetta at gagna einum sera stórum parti av borgarunum í býnum, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at arbeiðið við at klárleggja byggiskránna er ávegis longu nú, soleiðis at arbeiðið kann skipast sum best, tá ið spakin verður settur í.

- Í hesari tilgongdini gera vit eisini nógv fyri, at tey, ið skulu brúka karmarnar verða hoyrd í samband við byggiskránna. Hetta fer at betra munandi um ítróttarøkið í Klaksvík, og hendan tilgongdin skal tryggja, at vit fáa mest møguliga gleði burturúr nýggju rennibreytini og vøllinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.