Klaksvíkar bókasavn 65 ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

04.09.2017 - 11:46

Mentan > Norðoyggjar - Klaksvík

Hesa vikuna hátíðarheldur Klaksvíkar bókasavn, at tað eru liðin 65 ár síðan bókasavnið fór undir sítt virki.

Í gjár, 3. september, vóru 65 ár síðani Klaksvík bókasavn var sett á stovn. John Reid Bjartalíð var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár.

Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leigaðum hølum úti í Búðunum, har KFUM og K hevði hildið til. Síðani hevur bókasavnið húsast í øðrum leigaðum hølum, men í 1977 flutti bókasavnið undir egna lon á Biskupstøð, har bókasavnið er í dag.

Í sambandi við 65-ára dagin eru øll vælkomin til kaffi við onkrum góðum afturvið í dag. Harafturat er ein framsýning sett upp við søguni um bókasavnið, og hon verður at síggja alla vikuna.

Kelda: klaksvik.fo