Høgni Vest, skipari og Jóan Magnus Johannesen, stýrimaður á seismikkskipinum Geo Caribbian, flyta her manning til lands í Klaksvík. Mynd Dávur Winther.

Klaksvíkin bjóðar frálandsvinnuni vælkomnari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

01.03.2018 - 16:28

Oljan >

Í mong ár hava útlendsk frálandsskip javnan brúkt føroyskar havnir til manningarskifti og at keypa ymsar vørur og tænastur. Havnirnar, sum higartil einamest hava troytt hesar møguleikar, eru tær í Runavík, Fuglafirði, Havn og í Vági. Men eitt av stóru havnaplássunum í landinum, Klaksvík, vil ikki vera eftirbátur í hesi kapping. Og tað kom til sjóndar í vikuni, tá skiparin á stóra seismikkskipinum Geo Caribbian, Høgni Vest, gjørdi av at leggja upp í heimbýnum Klaksvík fyri at skifta manning og fáa ymsar veitingar.

Høgni, sum hevur drúgvar royndir sum skipari á seismikkskipum og hevur arbeitt á fleiri av heimsins høvum, hevði hesa hendinga ferðina, nú hann var í grannalagnum, brádliga møguleikan at leggja leiðina til Føroya fyri at skifta manning - heldur enn at fara í aðra útlendska havn.

”Sum klaksvíkingur fall tað mær lætt at velja útlendskar og  aðrar føroyskar havnir frá og ístaðin seta kós móti heimplássinum, ið eg haldi er sera væl egnað til at hýsa og tæna frálandsskipum av hesum slag,” sigur Høgni Vest við Oljuportalin, nú tað loksins eydnaðist honum at standa á brúnni á hesum stóra seismikkskipinum, ið fyrireikar seg at fara undir aftur nýggjar uppgávur, tá tað var í nánd av Føroyum.

Úr Dunkirk til Klaksvíkar
Høgni, sum hevur ført seismikkskip seinastu 11 árini og tey átta við skipum hjá CGG reiðaríinum, hevur nú í fleiri ár arbeitt í Mið- og Suðuramerika. Nú stóð honum so í boði at fáa eitt av fyribils uppløgdu skipunum hjá reiðaríinum aftur í vinnu. Skipið hevur seinastu tvey árini ligið við kei í franska býnum Dunkirk saman við fleiri øðrum seismikkskipum. Oljuprísskrædlið nøkur ár herfyri og í kjalarvørrinum á tí minkandi seismikkvirksemið gjørdi, at reiðaríið noyddist at leggja upp fleiri av tess skipum. Nú tíðirnar tykjast at gerast betri aftur, heitti reiðaríið á fræga og væl lýdda skiparan í Klaksvík at fara undir hesa uppgávuna - eftir at hava ført flaggskipið i reiðaríinum, Oceanic Vega, í 5 ár Tá hesi skipini aftur skulu fara í vinnu, skulu nógvar fyrireikingar til so sum nýggj klassing og royndarsigling, har tey ymsu tólini skulu riggast til aftur. Tað er ikki ein og hvør, sum fær latið slíka uppgávu í hendi. Men hetta valið var lætt hjá reiðaríinum, nú Høgni hevði so drúgvar royndir og harvið mettur álitismaður.

Partur av hesi seinastu uppgávuni hevur so verið at royndarsigla her í Atlantshavi, og nú skipið varð nær Føroyum, tá manningarskifti skuldi fara fram, avráddi Høgni saman við leiðsluni á reiðaríinum at seta kós móti Klaksvíkini. Við skipinum eru 57 mans. Tá farið verður undir nýggjar arbeiðsuppgávur, vera tey upp til 67 fólk.

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Høgni stevnir inn á Klaksvíkina við einum seismikkskipi. Tað hendi eisini fyri júst 11 árum síðani, tá hann førdi seismikkskipið Geowave Master inn á Klaksvík.

Ein serstøk kensla at koma á Klaksvík
Høgni Vest dylur ikki fyri, at tað var ein serstøk og løgin kensla at standa á brúnni og leggja eitt stórt seismikkskip at bryggju í føðibýnum Klaksvík, ikki minst nú hann hevur arbeitt á hinari jarðhálvuni seinastu 8 árini.

Hann heldur eisini, at Klaksvíkin væl kann bjóða seg fram at veita vørur og tænastur til skip í frálandsvinnuni eins og aðrar føroyskar havnir gera tað. Her eru keiir, sum nøkta eftirspurningin, bæði hvat atløguplássi, plássi á landi, dýpi og akkersplássi á Pollinum viðvíkur. Tá talan er um Norðhavnina, so er har eisini sera lagaligt at koma til og frá bryggju. So Klaksvíkin stendur einki aftan fyri aðrar havnir í Føroyum at taka ímóti og veita tænastur til útlendsk frálandsskip. Hann leggur aftrat, at allar tær tænastur teir hava fingið frá eitt nú havnaskrivstovu, loðsi og agentinum Tor, hava verið fyrsta floks. Høgni vísir so eisini á teir mongu veitararnar, sum hava heimstað í Klaksvík og nevnir í hesum sambandi m.a. KSS, KBI, TTS, Kjølbro Heilsøla, Pomek og nógvar aftrat.

Gongur spakuliga rætta vegin
Høgni Vest er 44 ára gamal og hevur skipsføraraútbugving. Hann hevur arbeitt í frálandsvinnuni í 14 ár og sigur, at hetta hava verið nøkur góð ár, tó at tey mangan hava verið strævin, tá vinnan hevur verið merkt av minkandi arbeiðsuppgávum. Hann vónar tó, at tað nú fer at ganga tann rætta vegin aftur í vinnuni, nú tað sæst ljós aftur í tunnellini, sum hann málber seg, og hann heldur, at skipini nú fara at fáa meira at gera.

Geo Caribbian, sum kom á Klaksvík í vikuni, er 14.000 tons til støddar, 100 metrar langt og 28 metrar breitt. Tað hevur 14 seismikkaðalar. Eitt av systurskipunum, Geo Coral, var á Fuglafirði í fjør, har tað skifti manning og fekk ymsar tænastur. Tað hevði tá arbeitt vestan fyri Írland og skuldi víðari í Barentshavið at arbeiða og legði tí leiðina inn í Føroyum eisini.

Føroyar nógv gott at bjóða frálandsvinnuni
Nú føroysk veitingarvinna er so nógv ment, og fleiri av havnunum hava skapt umstøður at taka ímóti frálandsskipum av øllum slag, vónar Høgni Vest, at útlendsku reiðaríini m.a. við íblástri frá føroysku yvirmonnunum á brúnni í størri mun fara at venda eyguni henda vegin, tá teimum tørva vørur og tænastur. Føroyar hava longu prógvað, at her finst gott fólk, góðar fyritøkur, góðar vørur og tænastur og ikki minst blíðskapur, sum øll eru kærkomin fyri tað hart arbeiðandi frálandsvinnuna.

Eftir søguligu vitjanina í Klaksvík verður tað ein annar klaksvíkingur, Jóan Magnus Johannesen, stýrimaður, sum stendur á brúnni, nú skipið hevur sett kós móti Fredrikshavn, har tað skal gerast út til komandi arbeiðsuppgávur. Høgni Vest fór í land í Klaksvík, har hann nú kann fáa væl uppiborna hvíld saman við familjuni.

Myndir: Dávur Winther