Kyndil og Neistin hittust eisini ísteypafinaluni. Tá dróg Kyndil longra stráið (Savnsmynd)

Klárt til fyrstu finalurnar í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.04.2017 - 16:54

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú er stundin komin til at avgerast skal hvørji lið skulu kjósast til føroyameistara í hondbólti.

Í kvøld verða tær fyrru finalurnar av tveimum, møguliga trimum, spældar í Havn og í Vestmanna.

Í Ítróttarhøllini á Hálsi spæla kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum, hesin dysturin byrjar klokkan 18, og í Vestmanna spæla menninir hjá VÍF og H71.

Leygardagin verða so teir seinni finaludystirnir spældir. Tá spæla menninir kl. 16 í Hoyvíkshøllini og kvinnurnar kl. 19.30 á Hálsi.

Um so er, at liðini finna hvør sín dyst, verður ein triði og avgerandi finaludystur spældur. Tann ella teir dystirnir eru settir á skrá sunnudagin.

Kringvarpið stroymir dystin hjá kvinnunum í kvøld, men ikki mansdystin, tí VÍF ikki ynskir, at hetta verður gjørt. Bæði KvF og Rás 2 útvarpa dystirnar.