Klárt til undangóðkenning



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

21.04.2016 - 15:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Nú er komið so mikið langt við fyrireikingunum til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at Landsverk lýsir eftir arbeiðstakarum til undangóðkenning í sambandi við stóru verkætlanina.

Tað upplýsir Landsverk í dag.

Tá undangóðkenningin er komin upp á pláss, verður arbeiðið við nýggja bygninginum boðið út. Sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru væntandi komnir upp á pláss áðrenn summarfrítíðina, so sjálvt byggiarbeiðið kann byrja og vera liðugt í 2019, sum tíðarætlanin ásetur.

Nýggi bygningurin verður 12.400 fermetrar til støddar í fimm hæddum. Handverkaraútreiðslurnar eru mettar til 270 mió. krónur.

Bygningurin fer at hýsa einum psykiatriskum depli við 25 seingjarplássum, 64 kropslig (somatisk) seingjarpláss, og tríggjar føðistovur. Harafturat fær sjúkrahúsið nýggjan køk við matstovu, eins og eina stóra endurmenningardeild.