Mynd: Jóanis Albert Nielsen/Jn.fo

Klintraðu upp á Trøllkonufingur: Sikringin hjá Jóhannusi helt ikki

Sverri Egholm

08.07.2015 - 11:30

Tíðindi >

Jóhannus Hansen var næsti maður á 313 metrar høga Trøllkonufingri í gjár, men tá hann skuldi koma upp á toppin sveik sikringin hjá honum og hann datt.

Hetta skrivar jn.fo sum eygleiddi síðstu metrarnar hjá teimum fýra niðan á toppin.

Hann segði í telefonssamrøðu at tá hann var komin uppá toppin, sveik tann eina sikringin hjá honum, men beint áðrenn hevði hann sett eina sikring fasta afturat.

Um hann ikki hevði sett hesa sikringina fasta, so hevði hann dottið fimm metrar niður.

Klintriútgerðin er øgiliga góð, men tað er tó ikki púra vandaleyst at klintra í slíkum hæddum. Leyst grót og annað kann gera at ein missur fótafesti. Men tíbetur spældi alt væl av hjá teimum fýra garpunum, sum seinnapartin í gjár klintraðu upp á Trøllkonufingur.

Teir sum klintraðu vóru 
Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen og Bergur Mikladal.


Jóhannus tá hann kom upp á toppin (Mynd: Instagram/Vodafoneforoyar)


Trøllkonufingur er 313 metrar høgur (Mynd: Jens Kr. Vang)