Mynd: EPA

Klopp framúr væl nøgdur við Mignolet og Karius

Redaktion

20.04.2017 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Jürgen Klopp, managari hjá Liverpool, vísir nú aftur, at Liverpool skal hava nakran áhuga í at keypa enska landsliðsmálverjan Joe Hart, ið hevur sáttmála við Manchester City, men sum hetta síðsta árið hevur verið útleigaður til italska Torino í Seriu A.

Sambært The Guardian er hann væl nøgdur við sínar núverandi málverjar, Simon Mignolet og Loris Karius.

- Hann (Joe Hart, red) er ein framúr málverji, er málverji hjá tí enska landsliðnum, er á hægsta støði, men vit hava málverjar á hægsta støði. Hetta er ikki relevant fyri okkum beint nú og vónandi heldur ikki í framtíðini – ikki vegna Joe Hart, men av tí at vit hava tveir frálíkar málverjar, sigur Jürgen Klopp millum annað í hesum sambandi við The Guardian.

Liverpool managarin leggur harumframt upp til, at Liverpool, umframt teir longu nevndu málverjarnar, eisini hevur aðrar góðar málverjar og nevnir í hesum viðfangi Danny Ward, sum er útleigaður til Huddersfield, og Caoimhin Kelleher og Kamil Grabara, sum eru ungdómsmálverjar í felagnum.

Liverpool, sum í løtuni liggur á 3. plássi í Premier League, hevur mist 40 mál í 33 dystum. Chelsea á 1. plássinum hevur mist 27 mál í 32 dystum, Tottenham á 2. plássinum hevur mist 22 mál í 32 dystum, Manchester City á 4. plássinum hevur mist 35 mál í 32 dystum, meðan Manchester United á 5. plássinum hevur mist 24 mál í 31 dystum.