Knáur Sundabátur ólavsøku og FM-vinnari

Sverri Egholm

28.07.2017 - 16:11

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað var Hvessingur, sum legði seg á odda frá byrjan, men menninir úr Hvannasundi og Norðdepli komu spakuliga aftur og í endaspurtinum drógu teir veruliga frá.

Við ólavsøkusigrinum í dag tryggjar Sundabáturin sær eisini FM-heitið.