Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Knógvaðu sigurvandu KÍ-kvinnunum

Sverri Egholm

22.04.2018 - 21:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Kvinnurnar hjá HB og KÍ spældu í dag ein spennandi dyst í Betrideildini. Sigursvandu KÍ kvinnurnar eru í gongd við at byggja upp av nýggjum, og eru ikki longur einaráðandi á kvinnusíðuni. Hetta sást í dag, har HB kvinnurnar áttu munin og vunnu uppiborið 2-1. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan annars 1-1.

Tað var gamli málrevurin, Rannvá B. Andreasen, sum legði gestirnar á odda í 29. minutti, og enn einaferð vísti hon, at hon enn er lívsfarlig, verður ikki ansað nóg væl uppá hana. Úr spískum fekk hon bóltin væl framvið Simonu Heinesen, sum annars vardi HB málið væl í dag.

Leiðslan helt tó ikki longi, tí HB kvinnurnar vildu avgjørt ikki fara av vøllinum aftur við ósigri. Bert tveir minuttir eftir, í 31. minutti var aftur javnvág á máltalvuni, og kom hetta takkað verið einum frálíkum langskoti frá Elin Mariu Isaksen. Óluva í KÍ málinum bleiv nokk ovfarin av ferðini á bóltinum, og megnaði ikki at halda honum, og so var 1-1, og HB setti seg enn meira á dystin.

Næsti hálvleikur var ikki serliga gamal, tá HB aftur fekk mál, og tað var í tráð við leikgongdina. HB fær fríspark uttanvert brotsteigarmarkið í høgru, og Julia Naomi Mortensen varð sett at skjóta. Hon gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin í longra málhorn, og so var frøðin stór á áskoðarunum og ikki minni á leikarunum hjá heimaliðnum.

Næstu løtuna legði HB stórt trýst á KÍ, men fleiri mál komu ikki í dystinum, eisini hóast KÍ kom væl betur við aftur móti dystarenda.

HB vann sostatt sín annan dyst á rað á KÍ í bestu kvinnudeildini, og tað munnu vera nógv ár síðan tað hendi seinast. Í fjør vann HB 0-4 í Klaksvík, og hesaferð í Gundadali 2-1.

Støðan í Betrideildini hjá kvinnum er henda eftir fyrstu 5 umførini:
1. EB/Str/Skála 12 stig (4 dystir)
2. HB 12 stig
3. KÍ 9 stig (4 dystir)
4. ÍF/Víkingur 6 stig
5. B36 1 stig
6. B68 1 stig