Haldor Joensen er kokkur við Kongsborg, og hann stórtrívist.

Kokkur á Kongsborg - Haldor Joensen stórtrívist hjá Skansi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

18.12.2013 - 21:32

Oljan > Olja > Oljan og Føroyar


Jan Müller umborð á Kongsborg. Eitt vaksandi tal av føroyingum hevur sítt dagliga arbeiði umborð á føroyskum frálandaskipum, sum arbeiða úti í stóru verð. Ein av hesum er 41 ára gamli Haldor Joensen úr Miðvági, ið arbeiðir sum kokkur við nýggjasta skipinum hjá Skansi Offshore, Kongsborg.

Oljan.fo nýtti høvið at vitja umborð á Kongsborg, tá manningarskifti fór fram á Fjordbase í Florø í Norra herfyri. Vit vóru so heppin at kunna vera saman við framtakshugaða stjóranum, Jens Meinhard Rasmussen og dugnaliga og nógv virðismetta starvsfólkastjóranum, Anna Forsberg. Teirra ørindi vóru at vera við til eitt manningarskifti og tí, ið hartil hoyrir umframt at vitja stjóran í BG Norge, sum í løtuni er arbeiðsgevari hjá Kongsborg.

Sum annar av kokkunum umborð á hesum nýggjasta farinum hjá Skansi Offshore, so heldur Haldor Joensen, ið er uppvaksin í Sørvági men býr í Miðvági, lív í manningini. Hansara uppgáva er at tryggja, at manningin fær góðan og sunnan mat umframt at gera sítt til, at lagið á monnum er gott, eisini tá aldurnar eru høgar.

Haldor er útbúgvin slaktari, men hevur altíð havt stóran áhuga fyri matgerðing og var eitt skifti eisini á kokkaskúla. Hann hevur verið á sjónum stóran part av arbeiðslívinum. Var við Vesturvón í 8 ár sum dekkari, síðani við Magn og Atlantsfarinum og eftir tað við frálandaskipi hjá reiðaríinum REMA.

Og seinasta hálva árið hevur hann so verið við Kongsborg, nakað hann er ómetaliga glaður fyri eins og starvsfelagar hansara vit hitta umborð. Sum vitjandifærtú eina kenslu av sera góðum samanhaldi og professionalismu millum manningina, og allir sum ein siga seg vera sera væl nøgdar við arbeiðið og arbeiðsumstøðurnar umborð.

Fantastiskt arbeiðspláss

“Hetta er eitt fantastiskt arbeiðspláss, og eg trívist sera væl. Skansi er eitt sera professionelt reiðarí, her eru góðar arbeiðsumstøður og góð fólk. Hetta er sum at vera heima,” heldur Haldor fyri, tá hann er í ferð við at skonkja kaffi til starvsfelagarnar, sum eru komnir úr Havn.

Við skipinum eru 24 mans, 12 í hvørjari vakt. Henda dagin oljuportalurin vitjaði umborð á hesum stásiliga skipi, var veruligur jólahýrur á manning. Ikki so løgið heldur, tí teir 12 skuldu heim at halda jól saman við sínum næstu. Nýggja manningin kom við flogfari úr Vágum umvegis Bergen henda sama dagin. Har var hýrurin eisini góður – at sleppa aftur til arbeiðis á hesum einastandandi skipi við øllum sínum hentleikum.

Haldor Joensen dylur ikki fyri, at hann er errin av at vera føroyingur og arbeiða hjá Skansi. Felagið hevur longu fimm skip, og tað heldur hann vera ómetaliga flott, tá hugsað verður um, at vit í Føroyum bara teljast 48.000 íbúgvar og kortini eftir stuttari tíð hava megnað at byggja upp ein stóran frálandaflota. Her hugsar hann eisini um skipini hjá Thor og tað, sum kemur hjá Krúnborg.Bara skipini hjá Skansi hava eitt samlað virði uppá 1,7 mia. kr.

“Eg eri ótrúliga stoltur at vera partur av Skansi-familjuni og taki heldur ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at føroyingar fáa bara góð skoðsmál frá norðmonnum. So tað er hugaligt at vera partur av einum teami, ið ger eitt gott arbeiði, sum Føroyar kunnu vera ernar av.”

Eisini stjórin Jens Meinhard Rasmussen, sum fyri fyrstu ferð hevði høvi at vitja umborð á Kongsborg, síðani skipið fór í drift, sigur seg vera sera væl nøgdan við hesa sína fyrstu vitjan. Hann fegnast um, at skipið verður so væl umsitið av manningini, og at Kongsborg er eitt kærkomið arbeiðspláss hjá teimum 24 føroyingunum, sum manna skipið. Eisini sigur hann tað vera hugaligt at fáa so góðar afturmeldingar frá arbeiðsgevaranum BG, ið leigar ikki færri enn tvey av skipunum hjá Skansi.

Hann vissar okkum um, at hetta verður ikki seinasta vitjanin umborð á teirra skipum, har hann hesaferð hevði starvsfólkastjóran, Anna Forsberg við sær.

Eisini hon fekk nógv burtur úr vitjanini, har hon kundi hitta manningina á sjálvum arbeiðsplássinum og ikki bara umvegis netið og telefonina.

BG arbeiðsgevari

Kongsborg arbeiðir fyri oljufelagið BG Norge, sum aftur er partur av stóra bretska oljufelagnum BG, sum eisini var við í oljuleitingini í Føroyum frá byrjan.

Tey hava arbeitt fyri BG í eitt hálvt ár. Tey eru á Knarrfeltinum, har pallurin Transocean Searcher stendur fyri boring av avmarkingarbrunnum. Knarr er eitt nýtt oljufelt í Norðsjónum, sum BG fer at byggja út til framleiðslu. Tað liggur 70 fjórðingar úr landi og tekur tað 6 tímar at sigla millum skip og oljuhavn.

Kongsborgog norska Norman Arctic sigla millum basan Fjordbase og boriskip við vørum av ymsum slag. Teir kunnu eisini liggja úti hjá boriskipinum í upp til eina viku uttan at fara í havn. Uppgávan er tá standby og aðrar uppgávur. Eitt annað av skipunum hjá Skansi, Tórsborg røkir uppgávuna sum standby/rescuehjá boriskipinum.

Kongsborg hevur sáttmála til 1. juli næsta ár. Helst verður sáttmálin longdur.

Lesið eisini komandi samrøður við skipara og stjóran á BG Norge.

Myndirnar er frá Kongsborg í havn í Florø. Myndatakari: Jan Müller/oljan.fo