Kollfirðingar undrast: Heitt vatn sprænir úr tveimum keldum

Snorri Brend

06.07.2014 - 01:40

Tíðindi > Norðstreymoy - Kollafjørður

Tað kemur meiri enn so fyri, at sjálvt tey lærdu standa spyrjandi.

Og tað gera tey av sonnum um tað sum hendir í Kollafirði í hesum døgum.

Her eru menn í ferð við at bora fleiri hol í sambandi við jarðhita. Og her standa teir yvir fyri einum serstøkum fyribrigdi:

Hví er so høgt hitastig í jarðholunum her? Vanliga veksur hitastigið bara 2,5° stig fyri hvørjar 100 metrar dýpi.

Men her í Kollafirði veksur tað munandi meiri.

Tann áhugaverdi spurningurin er, hví hetta hendir?


   
RIVUR
Á heimasíðuni hjá Jarðfeingi verður greitt frá, at seinnu árini eru borað fleiri hol til jarðhita.

Í flestu holum stendur vatnið tætt upp til yvirflatuna. Hetta eru tekin um góð jarðhitahol, tí vatn seyrar í rivum í undirgrundini, so hiti alla tíðina verður førdur til holið.

Í nøkrum førum eru holini ‘artesisk’, sum aftur merkir, at vatntrýstið er so stórt, at vatn støðugt rennur upp úr holinum.

- Ymiskt er, hvussu heitt er í jarðhitaholum, men vanliga er hitastigið um 8 til 10 stig, verður sagt.

Støðan er hon, at í hesum døgum bora P/F Demich og P/F Jarðhiti fleiri nýggj jarðhitahol í Kollafirði.



65 HÚSKI
Á Lygnnesi í Kollafirði varð herfyri borað eitt 200 metrar djúpt jarðhitahol. Úr hesum holi rennur nógv vatn - góð 2 tons um tíman, sum er 19 stig heitt.

Longur úti, á Traðavegi, varð í hesi vikuni somuleiðis borað eitt hol, 165 metrar djúpt. Úr hesum holi renna heili 33 tons um tíman, og hetta vatnið er um 26 stig heitt.

- Um vit hugsa okkum, at hetta vatnið verður nýtt beinleiðis til gólvhita í húsum, og 33 tons/tíman av vatni verða køld úr 26°C til 21°C, svarar hetta til umleið 200kW.

- Hetta hevði sostatt verið nóg mikið at hita umleið 65 hús - væl at merkja uttan hitapumpu, vísir Jarðfeingi á.



HEITT OG REINT
Hetta heita vatnið er harumframt sera vælegnað til hitapumpu og kann brúkast til rættuliga nógv hús við sera høgum effektiviteti. Vatnið úr undirgrundini er sum oftast eisini sera reint og vælegnað sum drekkivatn.

Og her er tað so, at Jarðfrøðingar standa spyrjandi um hetta høga hitastig í jarðholunum:

Ein møguleiki er, at hesi hol hava samband við rivur, sum ganga djúpari niður í jørðina.

- Áhugavert er, um hiti úr hesum holum verða varandi, sigur Jarðfeingi sum fer at fylgja gongdini við støðugum mátingum.