Kolumbia: Brúgv rapað niður í gjógv – fleiri deyð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.01.2018 - 08:45

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Minst tíggju arbeiðarar doyðu, tá partar av eini brúgv í gerð rapaði í suðuramerikanska landinum, Kolumbia, í gjár.

Ellivu aðrir arbeiðararar eru saknaðir eftir vanlukkuna, og fleri eru komin til skaða, skrivar blaðið El Espectador og aðrir miðlar í Kolumbia.

Fleiri av arbeiðarunum á brúnni duttu 280 metrar niður í eina gjógv í fjallalendinum Chirajara.

Dramatisku myndirnar av staðnum vísa, at eitt stórur partur av miðjuni á brúnni er rapað. Næstan helmingurin av bygningsverkinum sær út til at vera endað í gjónni.

Millum 20 og 30 fólk vóru stødd á brúnni, tá vanlukkan hendi mitt um dagin, lokala tíð, skrivar blaðið El Tiempo.

Orsøkin til vanlukkuna er ikki kend, arbeitt verður nú við at finna fram til hví hetta kundi henda, skrivar nrk.no.

Samferðslumálaráðharrin í Kolombia, German Cardona, kom á staðið stutt eftir at vanlukkan var hend, og kundi skaðfest oyðileggingarnar úr luftini.

446 metra langa brúgvin skal knýta høvuðsstaðin Bogota við Llanos Orientales-landspartin í ein landssynning úr høvuðsstaðnum. Ætlanin var at brúgvin skuldi takast í nýtslu í mars, skrivar nrk.no.

Sí dramatisku á videoleinkjuni niðanfyri






beint nú