Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Komandi býráð kemur til búgvið borð

Tíðindaskriv

30.11.2016 - 22:25

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Fíggjarætlanin fyri Tórshavnar kommunu fyri 2017 varð samtykt við aðru viðgerð á býráðsfundi í kvøld. Niðurstøðan hjá fráfarandi samgongu á fundinum var, at komandi býráð kemur til skorin klæði og yvirtekur eina kommunu, sum fíggjarliga ongantíð hevur verið so væl fyri, eina kommunu í rúkandi vøkstri, sum eigur meira á bók enn hon skyldar.

Viðmerkingarnar til fíggjarætlanina eru soljóðandi:

Tá vit løgdu fram fíggjarætlanina fyri 2016 var lyftið, at vit fóru at styrkja vælferðina og lækka skattin. Vøkstur hevur eyðkent kommununa seinastu árini. Fólkavøksturin seinasta árið er omanfyri 2%, og hóast hetta hevur givið hægri inntøkur, so setir hetta eisini størri trýst á tænasturnar og útbyggingartørvin.

Samlaðu inntøkurnar eru 868 miljónir, raksturin er 704 miljónir og aðrar útreiðslur eru 22 miljónir, rentuútreiðslurnar eru 6 miljónir. Útreiðslur tilsamans eru 733 miljónir. Yvirskot áðrenn løgur er 135 miljónir. Avdráttirnir eru 18 miljónir. Løgur tilsamans er 245 miljónir, av hesum eru 160 miljónir løgur hjá Tórshavnar Havn.

Býráðssamgongan kann tí staðfesta, at hon heldur síni lyfti um skattalækking og uppraðfestingar á fleiri økjum. Vit lækka skattaprosentið niður á 19%, sum gevur borgarunum ein samlaðan skattalætta uppá 30 miljónir. Ein skattalætti uppá 30 miljónir ger lívið lættari og trivnaðin betri hjá mongum borgarum.

Uppraðfestingar og bleyt virði
Eldraøkið fær eina meirjáttan bæði til bygningsviðlíkahald og tænastur. 4 miljónir eyka verða settar av til tess at tryggja støðið og til umvælingar av eitt nú Lágargarði, Tjarnargarði og Ellisheiminum.

Heilsu- og umsorganartænastan fær í alt kr. 7,7 miljónir aftrat til at skipa nýggj tilboð og nýggjar tænastur í heimatænastuni eitt nú dagtilhald og venjingar, og harumframt verða røktarnormeringar á búdeildum hækkaðar, serliga kvøld- og náttarvaktirnar og til reingerð.

Eisini dagstovnaøkið verður uppraðfest. Játtanin til endurgjald fyri sjúkrafráveru fer at lætta um raksturin hjá flestu stovnum. Játtanin verður tí hækkað við einari miljón. Harumframt verða 2,8 miljónir játtaðar til at betra um starvsfólkanormeringina, so meira tíð verður til børnini og til fyrireikingartíð.

Umhvørvið
Býráðssamgongan ynskir eisini at uppraðfesta kloakkeringsøkið. Vit játta nú 4 miljónir aftrat til kloakkir, so samlaða játtanin nú er 15 miljónir.

Ein miljón aftrat verður játtað til umhvørvispolitikk. Her er talan um kanningar og átøk, umframt kunnandi tilfar, umlegging til umhvørvisvinarlig akfør hjá kommununi, nýggjar ruskskipanir, ruddingarátøk og skipan av royndarprosjektum í sambandi við grønar býarpartar.

Annað
Nýskapanarhúsið Hugskotið, sum hevur víst seg at vera eitt framúrskarandi átak, sum hevur lagt lunnar undir eitt spírandi umhvørvi fyri íverksetarar, fær hálva miljón aftrat, so góðu hugskotini framhaldandi fáa bestu sømdir at vaksa.

Lopfjølin, sum barnaverndartænastan, fólkaskúlarnir og Margarinfabrikkin samstarva um, fær 450 túsund til at halda fram í 2017. Hetta er eitt tilboð til børn og ung við ymsum sosialum avbjóðingum, sum hava trupult við at ganga í skúla, so at tey antin kunnu fara aftur í skúla ella at røkka eina 9. flokks próvtøku. Úrslitini higartil hava verið avbera góð, og eigur hetta at halda fram.

Kunningarstovan fær hálva miljón aftrat. Ætlanin er at betra um tænastuna við at hava longri opið og í 2017 er ætlanin at byrja at talgilda tænastur til borgarar og ferðafólk, sum Tórshavnar kommuna hevur at bjóða. Tað vil siga, at tað skal bera til hjá kundum heimanífrá at bóka og gjalda fyri eina tænastu.

Løgur
Herfyri undirskrivaðu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um innkomuvegin. Landið hevur sett av 27 miljónir krónur til arbeiðið, og býráðssamgongan setir 4 miljónir av aftrat til innkomuvegin.

Ein hálv miljón er játtað til Klubb 188 í Hoyvík, Úthangið í Kollafirði og til Klubb 160, sum er nýtt tilboð til tannáringar á Argjum. Nakrar smærri játtanir eru til ítrótt og ítróttaranlegg. Játtaðar eru tvær miljónir til kirkjugarðin við Velbastaðvegin, tvær miljónir til gamla Velbastaðvegin og 1,6 miljónir til vegagerð á Velbastað.

Áhugafelagið sum skipar fyri ólavsøkukappróðrinum fær 300 túsund, og dupulthøllin á Hálsi og høllin á Argjahamri verða gjørdar lidnar. Lestraríbúðirnar í Kommunuskúlanum, sum nú eitur Finsen, verða gjørdar lidnar. Eldraíbúðirnar eru eisini settar á dagsskránna.

Játtanin til Skúlan á Fløtum er 42,075 miljónir í 2017. Harumframt verða 28 miljónir fluttar við eykajáttan frá Musikkskúlanum til Skúlan á Fløtum, hesin peningur verður tøkur í 2016. Tær 28 miljónirnar, sum verða fluttar frá Musikkskúlanum til Skúlan á Fløtum, koma innaftur á Musikkskúlan, tá ársroknskapurin 2016 verður lokaður og møguligar meirinntøkur staðfestar.

Sostatt verða um 70 miljónir tøkar til verkætlanina Skúlin á Fløtum í 2017.

Arbeiðið við verkætlanini gongur væl, sáttmáli um partalag er klárur at undirskriva, og ætlandi fer grót- og spreingiarbeiðið í gongd nú í desember. Endaligi partalagssáttmálin verður klárur at undirskriva í fyrru helvt av 2017.

Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna kommunu, tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri

Tróndur Sigurdsson, býráðslimur

Elin Lindenskov, býráðslimur

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur

Bjørghild Djurhuus, býráðslimur

Sigrun Mohr, býráðslimur

Halla Samuelsen, býráðslimur

Annfinn Brekkstein, býráðslimur
Sjúrður Olsen, býráðslimur