(Mynd: Kári P. Højgaard)

Komin hálvan veg við spreingingini í Eysturoyartunlinum

Oda Strøm

04.06.2018 - 09:59

Tíðindi > Eysturoy - Eysturkommuna

Nú eru sprongdir 5.581 metrar av tilsamans 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, upplýsir P/F Eystur- og Sandoyartunlar.

Tilsamans vórðu sprongdir 133 metrar seinastu vikuna, harav 74 metrar vórðu sprongdir á Hvítanesi, og nú eru nú 2.679 metrar sprongdir á Hvítanesi.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 29 metrar, har tilsamans 740 metrar eru sprongdir.

Móti Rókini vórðu sprongdir 30 metrar. Har eru tilsamans 537 metrar sprongdir, upplýsir Eystur- og Sandoyartunlar.

Til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlum, hvussu tað líður við arbeiðnum. Gongdin við arbeiðinum verður dagførd umleið eina ferð um vikuna.