Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum

Kommunufelagið saknar stevnumið og leiðreglurnar fyri KT í fólkaskúlunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

20.03.2017 - 22:46

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í seinasta Skúlablaðnum er ein áhugaverd samrøða við landsstýriskvinnuna í skúlamálum, har hon greiðir frá eftirútbúgvingartørvinum hjá fólkaskúlalærarum, og hvørjar ætlanir Mentamálaráðið hevur á hesum øki.

- Tað, sum er fallið okkum fyri bróstið, er eitt reglubrot í greinini, sum snýr seg um at eftirútbúgva KT-vørðar, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

Landsstýriskvinnan kemur inn á ábyrgdarbýtið millum land og kommunur í spurninginum um KT í fólkaskúlunum. Í spísiseðlinum hjá Lærarafelagnum og í miðlunum annars er hetta pettið tikið framum restina av greinini og sett fram sum ein stórur trupulleiki. Onkur kann tí fáa ta fatan, at kommunurnar ikki gera sínar skyldur soleiðis, at lærarar heldur ikki fáa gjørt sínar.

Málið hevur eina forsøgu
Málið um KT-vørðarnar hevur eina forsøgu: Fyrst í ár 2000 umrøddu partarnir ábyrgdarbýtið av KT í skúlunum millum land og kommunur, og úrslitið varð, at kommunurnar skulu gjalda fyri útgerðina, sum skal brúkast í undirvísingini, meðan landið skal gjalda fyri KT-vørðarnar, tí mett var tá, at størri parturin av arbeiði teirra var tengt at námsfrøðiliga innihaldinum í undirvísingini.

Síðani hava vit sæð eina stóra menning á økinum, og KT er í dag nógvastaðni ein alsamt vaksandi partur av undirvísingini í flestøllum lærugreinum. Men vit síggja eisini, at KT- støðið er sera ymiskt millum skúlarnar. Fleiri kommunur brúka í dag nógvan pening til KT í skúlunum – eisini til at seta upp útgerð og halda hana viðlíka. Markið millum uppgávur og skyldurnar hjá KT-vørðunum í skúlunum og KT-vørðunum hjá kommununum er í verki ymiskt í kommununum, og mangan stýrt av einum góðum vilja til at loysa uppgávurnar í felag á bestan hátt.

Hvør er kósin?
Kommunufelagið er tí samt við landsstýriskvinnuna í mentamálum í, at ábyrgdin av KT-viðurskiftunum á skúlaøkinum í dag tykist heldur ógreið. Men sæð frá kommununum er hetta serliga grundað í eini ógreiðu um, hvat verður væntað av bæði skúlum og kommunum á hesum øki. Sera ymiska støðið í skúlunum er besta prógv um hetta.

Skúlarnir leggja í dag hvør í sínum lagi sítt egna sjálvstøðuga støði fyri KT-nýtslu í undirvísingarhøpi. Kommunurnar merkja hetta fyrst og fremst, tí tað sum sagt eru kommunurnar, sum fíggja KT-útgerð í skúlunum. Men kommunurnar varða ikki av undirvísingini og námsfrøðiliga innihaldinum, og hava tí heldur ikki førleika at meta um, hvørt KT í undirvísingini er nyttug ella neyðug, og tí er sera ymiskt, hvat játtað verður, og harvið hvat støðið er – eisini innanhýsis ímillum skúlar í einstøku kommununum.

Her halda vit, at myndugleikin, sum er Mentamálaráðið, greiðari og meira beinleiðis eigur at leggja støðið fyri KT-tørvinum í sambandi við undirvísingina. Í dag eru eingi stevnumið, eingi krøv og ongar leiðreglur. Í besta føri verður støðið lagt óbeinleiðis við tað, at alt fleiri próvtøkur og undirvísingartilfar verða talgilt. Einasta politiska útsøgnin, sum hevur verið er, at løgmaður í løgmansrøðu síni í 2016 nart við økið.

Lat okkum finna eina loysn
At loysa spurningin um ábyrgdina fyri at halda KT-útgerðina í fólkaskúlunum er tí minsti parturin av spurninginum. Neyðugt er í nógv størri mun at skipa eftirspurningin, og tað vil siga nýtsluna av KT í fólkaskúlunum. Endamálið má vera at leggja eitt støði, sum fakliga, námsfrøðiliga og arbeiðsliga hóskar til tey mál, ið Mentamálaráðið sum myndugleiki metir eru neyðug, nyttug og ynskilig.


Politikkur í sjónvarpi og Skúlablaði – men eisini í verki ?

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í seinastuni útmerkað seg við fyrst og fremst at føra politikk í sjónvarpi og í Skúlablaðnum: Fyrst var hon frammi og segði seg arbeiða við einum integratiónspolitikki á dagstovnaøkinum. Hóast kommunurnar hava ábyrgd av dagstovnaøkinum, so eru tær ikki kunnaðar um hetta arbeiði. Hevði Mentamálaráðið ómakað sær at kunna kommunurnar um hetta, so hevði ráðið eisini funnið útav, at kommunurnar og Útlendingastovan longu eru í samstarvi um júst somu uppgávu, og so kundu vit kanska fingið okkurt meira heilskapað burturúr.

Síðani var landsstýriskvinnan í Skúlablaðnum og segði, at hon ongar ætlanir hevði um at úttala seg um forskúlar, hetta hóast bæði skúlastjórar og kommunur hava eftirspurt, at almenni skúlamyndugleikin kemur við eini almennari, fakligari útmelding um hetta so umstrídda evni. Vit høvdu ímyndað okkum, at ikki hevði verið heilt av leið, um eittundirvísingarmálaráðvar myndugleikin, sum hevði eina hugsan um, nær børn okkara skulu byrja í skúla.

Nú er landsstýriskvinnan so aftur í Skúlablaðnum og gremur seg um, at lærarar brúka ov nógva tíð til at røkja KT-útgerðina í skúlunum. Hetta gera teir, tí tað sum sagt er tað, sum er avtalað millum land og kommunur. At hetta fer fram á ein sera óskipaðan hátt, vindur uppá seg og veksur í vavi – í nógvum skúlum, men ikki øllum – er fyrst og fremst, tí als eingi námsfrøðilig stevnumið eru fyri KT-nýtslu í fólkaskúlunum.

- Kommunufelagið er altíð áhugað í at finna skilagóðar loysnir á felags trupulleikum, men tað krevur, at partarnir kenna sínar ábyrgdir og virða hvønn annan. Í flestu skúlum er samstarvið gott. Ein byrjan í erva kundi verið, at mentamálaráðharrin leitar sær ráð, so hon fær orðað ein politikk, og vendir sær til Kommunufelagið, í staðin fyri áhaldandi bert at føra politikk umvegis fjølmiðlarnar, sigur Dennis Holm, formaður.