Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Kommunulæknarnir og Lønardeildin góðtaka semingsuppskotið

Oda Strøm

18.05.2018 - 11:28

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Kommunulæknafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hava viðgjørt semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið.

Partarnir høvdu freist til á middegi at taka støðu til, um teir tóku av ella vrakaðu uppskotið. Kringvarpið veit nú at siga, at partarnir hava góðtikið semingsuppskotið.

- Støðan er tann, at partarnir eru í gongd við at undirskriva sáttmálan. Okkara arbeiði er liðugt nú, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum hevur roynt at finna semju í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunulæknafelagið, við Kringvarpið.

Sáttmálin er galdandi í trý ár.