Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík, var beint undan jólum álopin á Læknamiðstøðini í miðbýnum í Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið í dag.
Magnus greiðir lokalblaðnum frá, at støðan var so álvarsom, at hann kendi seg hóttan við lívinum. Ógvusliga hendingin ávirkaði øll jólini, og hann kennir seg framhaldandi skelkaðan av tilburðinum.
- Eingin sjúklingur var í bíðirúminum, men tá eg komi inn á viðtalu mína stendur ein vælvaksin maður har og bíðar eftir mær. Eg kenni mannin sera væl, og hann var ávirkaður. Vit høvdu tosað saman í telefonini fyrr um dagin, har hann hevði biðið um at fáa ávíst slag av heilivági. Eg hevði noktað honum hetta, tí vit útskriva ikki heilivág til ávirkað fólk.
- Hann leyp á meg og rópti, at eg skuldi gera, sum hann dikteraði og forðaði mær fysiskt frá at sleppa út úr viðtaluni ella til telefonina, greiðir hann frá.
Les alla samrøðuna á nordlysid.fo her