Mynd: Jens Kr. Vang

Kommunulæknin fall vegna trúverdugar og sakkønar vitnisfrágreiðingar

Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 15:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Tá ið kommunulæknin í Føroya Rætti í dag varð funnin sekur í hava gjørt seg kynsliga inná 9 kvinnur, brúkti dómarin í málinum, Louise Rask Havegård, fleiri ferðir orðingina ”detaljeret og troværdig”, tá ið hon umtalaði vitnisfrágreiðingarnar hjá kvinnunum í hesum málinum.

Harundir segði hon millum annað, at...

- Vidnet C, har givet en detaljeret og troværdig forklaring om hændelsesforløbet, og retten finder det bevist, at...(o.s.fr.)

- Det er efter vidnet Es detaljerede og troværdige forklaring bevist, at tiltalte efter at have undersøgt hende almindeligt begyndte...(o.s.fr.)

- Det findes efter vidnet, F, detaljerede og troværdige forklaring bevist, at tiltalte i forbindelse med...(o.s.fr)

- Vidnet, J, har givet en sikker og troværdig forklaring, og det anses herefter for bevist, at tiltalte har...(o.s.fr)

Sama sigur rætturin í førunum hjá G, H, I, J og L.

Í nøkrum av førunum vitnaðu eisini fólk við sakkunnleika í hesum málinum, og varð tá orðingin ”ikki læknaliga grundað” nýtt meira enn ta einu ferðina - harundir á niðanfyrstandandi hátt, í sambandi við verjuna hjá læknanum um, at tað, hann, sambært sær sjálvum, hevði gjørt, var í lagi

- Efter vidnet, Ms forklaring (M var ikki ein av kvinnunum, men ein umboðandi sakkunnleikan), må det lægges til grund, at der ikke er lægefaglig begrundelse for at...(o.s.fr)

- Henset til vidnet Os forklaring om, at der ikke er en lægefaglig begrundelse for at...(o.s.fr), finder retten, at tiltalte har blufærdighedskrænket vidnet som angivet i den rejste tiltale.

- Det må efter vidnet Os forklaring lægges til grund, at det ikke er sædvanligt at...(o.s.fr)

- Efter vidnet Os forklaring er det ikke sædvanligt, at komme...(o.s.fr)

Harvið var afturvendandi í hesum málinum, at dómarin tók frágreiðingarnar frá kvinnunum, í øllum førum 9 av teimum, til eftirtektar, meðan dómarin eisini nýtti frágreiðingarnar frá sakkønum fólki til at styðja seg at, tá ið hon skuldi døma í hesum máli.

Verjan hjá kommunulæknanum ósannlík
Í verju sínari vísti kommunulæknin millum annað á, at hann hevði ein skaða í tí einu hondini,  og at tískil var hugsandi, at hann av misgáum hevði nortið á ein slíkan hátt, sum hann ikki átti at havt gjørt. 

Dómarin metti tó hetta vera ósannlíkt, vísandi á, at sambært frágreiðingunum var tað ikki av óvart, at maðurin hevði nortið við undirlívið á kvinnunum.

Frífunnin í fýra ákærum, men skal í fongsul í 18 mánaðir
Hjá einum av teimum trimum kvinnunum, sum kommunulæknin ikki varð dømdur sekur fyri at hava gjørt seg inná kynsliga, var málið, sambært dómaranum í Føroya Rætti, fyrnað.

Hjá hinum báðum kvinnunum, sum kommunulæknin ikki varð dømdur fyri at hava gjørt seg inná kynsliga, fekst ikki nærri grundgeving frá rættinum í dómsavgerðini um, hví rætturin ikki gav teimum viðhald í hesum máli.

Læknin varð eisini fríkendur fyri brot á autorisatiónslógina - t.e. tann 13. ákæran í hesum málinum.

Kommunlæknin varð sostatt, tá ið samanum kom, dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og seks mánaðir fyri at hava verið funnin sekur í 9 ákærum - t.e. fyri at hava gjørt seg kynsliga inná 9 kvinnur.

Harumframt er hann dømdur at missa rættin at virka sum kommunulækni fyribils og at rinda endurgjald til tær 9 kvinnurnar, sum hann er funnin sekur í at hava gjørt seg inná kynsliga.