Komnir upp á Trøllkonufingur

Sverri Egholm

31.07.2016 - 08:02

Tíðindi >

Teir gjørdu eina roynd í síðstu viku, men máttu bróta túrin av orsakað av regni. Nú hava teir so brúkt ólavsøkuna á Trøllkonufingri og hesaferð eydnaðist tað. Tí beint eftir midnátt komu nýsælendingarnir upp á Trøllkonufingur.

- Vit gjørdu tað! Takk til øll, sum hava hjálpt og stuðlað okkum á vegnum upp. Nú bíða vit eina løtu til tað lýsnar, so fara vit omanaftur, skrivaðu teir í einari støðudagføring í nátt.

Teir hava klintrað niðan á Trøllkonufingur saman við Absalon Eysturoy.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk eru á Trøllkonufingur. Seinast vóru tað Absalon Eysturoy, Herman Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjarti Lamhauge. Tað var tó ein onnur, eitt sindur lættari, leið niðan.

Trøllkonufingur er 313 metrar høgur og er nakað eystanfyri Sandavág í Vágum.