Kona Pekka takkar hýruvognsførara í Havn

Ingi Samuelsen

19.09.2017 - 10:55

Tíðindi >

”Tit, sum hava skil fyri Facebook – onkur tykkara hevur kanska ein vin í Tórshavn. Send eina heilsan til mannin í hvíta taxabilinum, sum týsdagin 12. september tók konu Pekka upp við ráðhúsið í Tórshavn. Døgurði verður bjóðaður, tá hann kemur til Mariehamn”.

Soleiðis skrivar álendingurin Harriet Tuominen í eini heilsan í álendska blaðnum Nya Åland í dag.

Hon greiðir frá eini hending, sum henni var fyri í sambandi við at hon vitjaði í Føroyum í sambandi við at maður hennara luttók á eini norðurlendskari ráðstevnu í síðstu viku.

Avtalan Harriet, at hon og maðurin eftir ráðstevnuna skuldu hittast á ráðhúsinum á Vaglinum til eina móttøku um kvøldið. Harriet møtir upp til tíðina, men undrast, at einki virksemi er yvirhøvur á Vaglinum. Hon hevur ikki møguleika at ringja til mannin, tí hann hevur latið henni telefonina.

Men so snarar ein hvítur hýruvognur inn í gamla kommunuskúlagarð, og spyr Harriet, um hon er kona Pekka. Hon játtar, verður boðin uppí og verður koyrt á staðið, har móttøkan skuldi vera. Staðsetingin fyri móttøkuna var broytt uttan at hon visti um tað.

Tað vísti seg, at hýruvognurin hevði koyrt mannin saman við øðrum frá ráðstevnuni til staðið, har móttøkan var. Í bilinum hevði hann tosað við hini um, at tað var synd fyri konuna, at hon ikki hevði fingið boð um, at móttøkan var flutt.

Hýruvognsførarin var eftir túrin farin á Vaglið og hevði koyrt konuna upp á rætta pláss. Uttan at taka pengar fyri tað.

Harriet visti ikki betur enn, at onkur annar kanska hevði goldið fyri túrin, og hon kennir seg eftir øllum at døma nú at standa í skuld til vinarliga hýruvognsføraran, sum nú kann rokna við einum døgurða afturfyri, næstu ferð hann kemur til Mariehamn.