Kondolansubókin í Miðlan í Klaksvík

Ari av Rana

21.02.2018 - 11:22

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Mikudagin 21. til og við fríggjadagin 23. februar ber til at skriva samkensluheilsan til Kongshúsið í samband við, at Heindrikkur Prinsur andaðist seinasta mikukvøld, 83 ára gamal.

Í samband við andlátið hevur Ríkisumboðið havt sokallaða kondolansubók liggjandi frammi, fyri at geva føroyingum høvið at skriva eina seinasta heilsan í bókina, sum seinni verður send Kongshúsinum.

Heilt nógv fólk hava tikið av møguleikanum seinastu dagarnar, og nú er bókin komin til Klaksvíkar at verða í nakrar dagar.

Bókin liggur frammi í Miðlan í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32 í Klaksvík, mikudagin 21. til og við fríggjadagin 23. februar. Til ber at koma inn og skriva í bókina í upplatingartíðini, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.