(Mynd: dr.dk)

Kongalig og almennir gestir heiðra drotningina

Ingi Samuelsen

15.04.2015 - 20:52

Tíðindi > Danmark

Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, eru millum gestirnar á Christiansborg í kvøld, har 75 ára føðingardagurin hjá Margretu drotning verður hátíðarhildin.

Sjálvur føðingardagurin er í morgin, 16. apríl.

Hendrikkur prinsagemalur kundi ikki vera við til hátíðarhaldið í kvøld, har øll tey evropeisku kongshúsini uttan tað bretska eru umboðað. Hendrikkur er lagstur við krími mitt í øllum føðingardagsmeldrinum, og hann verður tí heldur ikki við, tá drotningin í morgin letur seg heiðra av fólkinum við m.a. at koyra í hestavogni gjøgnum danska høvuðsstaðin.

Tað var Fríðrikkur krúnprinsur, sum heilsaði gestunum vælkomnum, tá borðhaldið á Christiansborg slotti byrjaði í kvøld. Í eini persónligari røðu vísti hann á hvussu væl mamma hansara hevur dugað at fylgja við tíðini uttan at gerast ein trælur av henni.

- Hóast tú nú hevur nátt ein aldur, har rundir føðingardagar verða hildnir fimta hvørt ár, kunnu vit hyggja frameftir og fram móti enn fleiri upplivingum saman við tær sum drotning, sum mammu og sum ommu. Tú hevur mína djúpastu virðing, segði Fríðrikkur millum annað.