Kongalig vitjan á Havnini

Ingi Samuelsen

24.06.2015 - 12:41

Tíðindi >

Fyri løtu síðani stevndi danska kongaskipið, Dannebrog, á Havnina. Men har eru eingi kongalig umborð, vita vælvitandi keldur at siga.

Kongaskipið er á veg til Grønlands, har Margreta drotning og Henri prinsagemalur vitja í juli mánaði.

Ørindini í Havn er at bunkra – leiðin verður løgd víðari vestur í hav seinnapartin í morgin.

Myndamaður okkara fangaði kongaskipið millum Stong og Eystnes á veg til Havnar.