Prins Harry og Meghan Markle (Mynd: EPA)

Kongaliga brúdleypið verður 19. mai

Ari av Rana

15.12.2017 - 20:41

Mentan > Tíðindi > Kongalig

Kongaligt brúdleyp verður í Bretlandi tann 19. mai 2018, tá prins Harry og amerikanska sjónleikarinnan, Meghan Markle, giftast.

Brúdleypið verður hildið í St. Georges Chapel í Windsor Castle, sum liggur við Windsor slottinum vestan fyri London, skrivar DR.

Kapellið, har tey skulu giftast, er frá 15. øld og er meiri inniligt enn Westminster Abbey, har prins William varð giftur.

Prins Harry, við almenna navninum prins Henry of Wales, er 33 ára gamal, sonur prins Charles og prinsessu Dianu, og er fimti í røðini til bretsku krúnuna.

Meghan Markle, sum er 36 ára gomul, er best kend fyri sína rollu í amerikansku sendirøðini Suits.

Prins Harry og Meghan Markle blivu trúðlovaði 27. november í ár.