(Mynd: EPA)

Kongaligt jarnbrúdleyp á Windsor-borgini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.11.2017 - 11:13

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Fáum hjúnum er unt at halda jarnbrúdleyp – 70 ara brúdleypsdag – men tað kunnu bretsku kongshjúnini, Elizabeth II drotning, og maður hennara Philip prinsur, í dag.

Tey vórðu gift í Westminster Abbey í London 20. november 1947, bert tvey ár eftir, at annar heimsbardagi var av.

Tá vórðu tey heiðrað við skreyt og skrúð, men 70 ára brúdleypsdagurin verður, sambært Reuters tíðindastovuni, meira friðarligur.

Dagurin verður markeraður við familjudøgurða á Windsor kongsborgini og úr Westminster Abbey fara klokkurnar at spæla í tríggjar tímar.

Kongshjúnini hittust fyrstu ferð, tá tey vóru tannáringar. Elizabeth var 21 ára gomul, tá tey giftust.

Philip prinsur, ið er sonur ein grikskan prins, slepti sínum egnu titlum og griksk-ortodoksu trúnni fyri at gerast bretskur ríkisborgari og gifta seg við bretsku prinsessuni.

Undan brúdleypinum segði hann Elizabeth drotning, móðir Elisabeth II drotning, at hann var ”fullkomiliga og treytaleyst” forelskaður í dóttir hennara.

Síðan hevur Elisabeth II drotning lýst Philip prins sum ein klett.

Elisabeth drotning, sum í dag er 91 ár, hevur fýra børn við Philip prinsi, ið er farin um tey 96 árini.