Kongaskipini heilsaðust á redini

Ingi Samuelsen

23.07.2014 - 16:14

Tíðindi >

Ikki færri enn tvey kongaskip vóru á Havnini í morgun.

Tá danska Dannebrog stevndi inn á Havnina tíðliga í morgun, heilsaði tað upp á norska kongaskipið Norge, sum setti kós til Suðuroyar eftir at hava verið í Havn í sambandi við vitjanina hjá Sonju drotning.

Dannebrog kom til Havnar at bunkra. Tað er ávegis til Grønlands í sambandi við at krúnprinsahjúnini vitja í døgunum 1. til 8. august. Dannebrog leggur leiðina víðari í kvøld