Konsert í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

13.07.2013 - 06:50

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Júst hesar dagarnar frá 10. til og við 16. juli fer árliga Fólkatónleikarastevnan fram. Konsertir við ymiskum fólkatónleikarum hava verið seinastu dagarnar, mikudagin á Tvøroyri, hósdagin í Fuglafirði og í gjár í Fugloy. Í kvøld kl. 20 verður konsert í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen í Havn.


Úr Danmark kemur bólkurin Over Sundet, sum eru Cecilie Elbrønd Strange, Simon Alsing Busk, Lea Havelund og Siri Iversen, sum spæla saxofon, klarinet, cello og slagverk. Úr Italia luttaka Fabio Bonvicini og Francesco Benozzo, sum spæla blásaraljóðføri og harpu. Úr Føroyum luttekur Janus á Húsagarði við írskum fólkatónleiki. Og úr Grønlandi luttekur bólkurin Qaanaaq, sum eru Peter Q. Sadorana, Aqattannguaq Qaerngaaq, Aqattannguaq Eipe, Rasmus S. Henson, Enok-Jakob Uvdloriaq.

Sunnudagin kl. 14 verður konsert í Norðurlandahúsinum við navnframa og fløguaktuella Stanley Samuelsen saman við italska violinistinum Marco Santini. Haraftrat spæla danski bólkurin Over Sundet, italiumenninir Fabio Bonvicini og Francesco Benozzo, umframt bólkurin Qaanaaq úr Grønlandi.

Síðstu tveir dagarnir av Fólkatónleikarastevnuni fara fram í Mykinesi, har konsertir verða við Holgar, Una & Tórfríð; Jákup, Sharon & Kristian; Agnar Lamhauge; Over Sundet; Niels Midjord; Fabio Bonvicini & Francesco Benozzo; Una Debess; umframt Janus á Húsagarði. Hesin parturin av Fólkatónleikastevnuni verður ofta á mannamunni róptur "tann loyniligi festivalurin".

Fulla skráin við tíðunum fyri alla Fólkatónleikarastevnuna er at finna á heimasíðuni hjá Føroya Tónleikarafelag her:

http://www.tonleikarar.org/folkstevn13.html

Undir greinini er eitt sjónband frá Fólkatónleikarastevnuni í Mykinesi fyri nøkrum árum síðani.