Konsert í Glyvra kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

30.05.2018 - 07:34

Mentan > Mentan > Konsertir

Mikukvøldið 30. mai kl. 19.30 verður fjølbroytt konsert í Glyvra kirkju.

Blásinæmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla, strúkarar og floytuspælarar úr Klaksvíkar Musikkskúla og hornorkestrið Nes Sóknar Musikkfelag fara at framføra.

Musikkskúlanæmingarnir framføra í størri og smærri bólkum, eins og solistar vera at hoyra.

Hjá musikkskúlanæmingunum er hendan summarkonsertin endin á musikkskúlaskeiðinum hendan veturin. Nes Sóknar Musikkfelag fyrireikar seg í løtuni til konsertferðina til Edinburgh, sum orkestrið fer á í summar. 

Atgongd til tiltakið er ókeypis.