Konsert í Havnar kirkju við trimum ungum tónleikarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.01.2018 - 16:25

Mentan >

Týskvøldið verður konsert í Havnar kirkju. Tríggir ungir tónleikarar fara at framføra eina áhugaverda og fjølbroytta skrá við tónleiki fyri sopran, floytu og klaver.

Birita Adela Davidsen syngur sopran, Kamilla Ravnsfjall spælir floyta og Oluf Dam fer at spæla klaver.

Tey trý kennast frá tónleikaumhvørvinum í Føroyum.

Birita Adela Davidsen hevur drúgvar royndir á palli, bæði innan sjónleik og sang. Hon hevur havt stórar leiklutir í sangleikum, og hevur havt fleiri konsertframførslur, í Føroyum og uttanlands. Seinnu árini hevur hon verið í meistaralæru hjá Douglasi Yates á sangskúlanum Vocal Arts í Nürnberg. Birita Adela Davidsen er verkætlanarleiðari í Opera.fo.

Kamilla og Oluf hava bæði gingið á miðnám á Tórshavnar musikkskúla og síðan gingið á konservatoriinum í Glasgow. Aftan á loknan lesna eru tey bæði nú aftur í Føroyum og nýta teirra kunnleika til tónleikaframførslur í millum annað Havnar kirkju.

Á skránni er tónleikur av Ravel, Rachmaninov, Ibért, Andrew Lloyd Webber við fleiri.