KK spældi á countryfestivalinum í Sørvági í 2015 (Savnsmynd)

Konsert við KK í Perlutúninum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.06.2018 - 18:40

Mentan > Mentan > Konsertir

Útikonsert verður við Kristián Kristjánsson í Perlutúninum tann 9. juni. Kristián Kristjánsson (KK) er føddur í Minneapolis, Minnesota USA. Hann flutti til íslands, tá hann var 10 ára gamal. Hann bleiv ein partur av bluestónleikaverðini í Íslandi í 70’unum. Í 1985 fór hann eina 5 ára fjakkaraferð í Evropa, har hann livdi av at spæla á gøtunum í teimum evropisku býunum. Síðst í 1990 flutti KK aftur til Íslands og har hevur hann búð síðani.

Á síni tónleikaleið hevur KK fingið fleiri enn 20 gull-, platin- og multiplatin heiðurslønir og tvær íslendskar Music Academy Awards. Harafturat hevur hann fingið fleiri viðurkenningar fyri ymisk tónleikalig projektir. Hann hevur millum annað eisini skrivað tónleik til film, sjónvarp og sjónleik, skrivar Tórshavnar kommuna.

Frá 1985 til 2010 turneraði KK rættuliga nógv kring heimin, hann hevur millum annað spælt í Kina, Kanada, Fraklandi, Týskalandi, Stórabretlandi, Spania og USA. Hann hevur spælt inn og gjørt tónleik saman við teimum kendastu íslendsku tónleikarunum, herundir Bjørk og Sigurrós.